Hósdagin samtykti Tórshavnar býráð at keypa lendi í Signabø frá Betri Banka fyri 2,6 milliónir krónur.
Økið, sum er góðar 12.000 fermetrar, liggur væl fyri og er væl hóskandi sum byggilendi, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kommunan hevur tó ongar ítøkiligar ætlanir við lendinum í løtuni, men nú møguleiki var fyri at keypa byggilendi á Signabø, hevur býráðið samtykt at taka av tilboðnum.
– Tað hevur týdning at hava lendi tøkt til eitt nú bústaðir og tænastur. Við keypinum fær kommunan ognað sær eitt øki, sum kann vera hóskandi til framtíðar bygging í Kollafjarðarøkinum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald