Uttanlands

Fraklendingar fyrireika seg til fleiri mótmæli í dag

Fótbóltsdystir eru útsettir, handlar eru stongdir, og fleiri løgreglufólk verða send út á gøturnar.

(Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-24 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna vikuskifti vóru stór mótmæli í Fraklandi, og landið fyrireikar seg aftur til stór mótmæli, sum eru fráboðað hetta vikuskiftið.

Fleiri fótbóltsdystir í bestu fronsku deildini eru útsettir, fleiri metrostøðir og handlar eru stongdir, og 70.000 løgreglufólk eru send út á gøturnar.

Eisini dronur, tyrlur og hernaðarakfør verða send út, sigur franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nunez sambært Ritzau.

Í vikuni eru fleiri útfaringarbann sett í gildi í fleiri býum í kjalarvørrinum á tí, sum verður nevnt herðligastu mótmælini, sum Frakland hevur sæð í fleiri ár.

Í fleiri býum eru mótmæli eisini bannað, meðan aðrir býir bert loyva mótmælistiltøkum, sum eru skrásett hjá myndugleikum.

Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.

Í franska høvuðsstaðnum París hava m.a. lestrarfelagið UNEF og Gulu Vestarnir ætlanir um at mótmæla í dag. Gulu Vestarnir byrjaðu í 2018 við stórum mótmælum móti avgjøldum á brennievni.

Í býnum Orléans hevur høgravendi flokkurin Rassemblement National flogsting, og tí væntast eisini mótmæli í hesum sambandi.

Farna vikuskifti vórðu í minsta lagi 2.400 fólk handtikin, og nærum 1.000 løgreglufólk særd í sambandi við mótmælini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder