Uttanlands

135 fólk handtikin undir mótmælum í Fraklandi

Hald er lagt á fleiri vápn, men higartil hava ikki verið nakrar álvarsligar hendingar, sigur franski innanríkismálaráðharrin.

Mótmælisfólk í París (Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix)

Mótmælisfólk í París (Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Fraklandi verður aftur mótmælt í dag, og higartil eru 135 fólk handtikin í hesum sambandi, upplýsir franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nuñez.

Eisini verður boðað frá, at hald er lagt á fleiri vápn, skrivar Ritzau.

Undirstrikað verður tó, at tað higatil ikki hava verið nakrar álvarsligar hendingar.

Frakland hevur fyrireikað seg til enn eitt vikuskifti við harðligum mótmælum. Fleiri fótbóltsdystir í bestu fronsku deildini eru útsettir, fleiri metrostøðir og handlar eru stongdir, og 70.000 løgreglufólk eru send út á gøturnar - 10.000 fleiri enn í farnu viku. Eisini dronur, tyrlur, herfólk og hernaðarakfør eru send út.

Farna vikuskifti vórðu í minsta lagi 2.400 fólk handtikin, og nærum 1.000 løgreglufólk særd í sambandi við mótmælini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder