Í býnum Hebron á Vestara Áarbakka eru fleiri hundrað húski rikin burtur av ísraelskum herdeildum.
Ísraelskar herdeildir eru farnar inn í býin, eftir at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu fríggjadagin boðaði frá, at ein hernaðarlig atsókn var ávegis, skrivar Ritzau.
Netanyahu lovaði, at herurin fór at reka burtur íbúgvar í økinum eftir ein skottilburð fríggjadagin, har tveir palestinskir menn drupu tvey ísraelsk herfólk, áðrenn teir sjálvir vórðu dripnir.
Sambært ísraelska herinum vórðu trý onnur herfólk eisini særd í sambandi við skottilburðin, sum hendi nærindis Hebron.
– Ísraelskar deildir fara inn í grannalagið, sum yvirgangsfólkini komu frá, reka íbúgvar burtur, fara frá hús til hús og oyðileggja undirstøðukervið hjá yvirgangsfólkunum, segði Netanyahu.
Netanyahu lovaði eisni at “forfylgja øllum Hamas-yvrigangsfólkum”.
Umleið 1.200 fólk eru rikin burtur, og umleið 1.300 onnur eru í vanda fyri eisini at verða burturrikin, sigur Yousef Zouhair Al-Jabari, borgarstjóri í Hebron sambært Reuters.
Ísraelski herurin hevur oyðilagt handlar, verksmiðjur, bústaðir og gøtur í Hebron, sigur hann og leggur afturat, at ísraelska aftursvarið til skotálopið er ov ógvusligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald