Mentan

Nettup tók Sement á bóli

Fyrsta pláss og sleppa at spæla á Spot festivalinum næsta ár. Lazar Illic og Baldur Holm gjørdu bart.

Nettup vann ársins Sement tónleikakapping (Skíggjamynd: KvF)

Nettup vann ársins Sement tónleikakapping (Skíggjamynd: KvF)

2026-10-24 23:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru teir báðir Lazar Illic og Baldur Holm í bólkinum Nettup, sum vunnu Sement 2026.

Hetta varð kunngjørt fyri løtu síðan í Reinsarínum, har finalan í Sement var.

- Originalt, eingi samples, hetta er tað nýggja svarta, forbannað kul og sjamerandi, var millum annað grundgevingin hjá dómarunum.

Umframt fyrsta pláss og 30.000 krónur, fær Netupp eisini heiðurin at spæla á Spot festivalinum.

Bólkurin Flákra gjørdist nummar tvey, og Bodil á Boðanesi, sum kom í finaluna uppá eitt wild card, gjørdist nummar trý. Síðst nevnda var eisini vald at spæla á G! festivalinum næsta ár.

Bólkurin Alto varð valdur at pæla á Voxpop næsta summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder