3. november verður miðskeiðisval í USA, har umboð m.a. skulu veljast til Kongressina, og amerikanski forsetin, Donald Trump hevur longu greitt atkvøðu.
Hann og konan, Melania Trump atkvøddu í Palm Beach í heimstati teirra Florida, skrivar Ritzau.
Trump er ikki sjálvur á atkvøðuseðlinum, men 435 umboð skulu veljast í Umboðsmanantingið, og 33 av teimum 100 umboðunum í Senatinum standa fyri vali.
Republikanski flokkurin, sum Trump umboðar, hevur ein lítlan meiriluta í bæði Umboðsmanantinginum og Senatinum, men sambært fleiri veljarakanningum kann tað gerast torført hjá Republikanarunum at varðveita meirilutan í Umboðsmannatinginum.
Undirtøkan fyri Trump er eisini minkandi. Ein kanning frá Ipsos, sum bleiv almannakunngjørd í vikuni vísti, at Trump bert hevði undirtøku millum 31 prosent av veljarunum.
Les eisini: Undirtøkan fyri Trump er metlág í løtuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald