– Kríggj ella ikki, okkara politikkur verður tann sami, sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fríggjadagin segði, at USA kanska fer undir enn eina "Epic Fury"-atgerð.
"Epic Fury" var navnið á hernaðaratgerðini, sum byrjaði við álopinum á Iran 28. februar.
Sambært iranska uttanríkismálaráðharranum fer tað tó ikki at broyta støðuna hjá Iran, um USA og Ísrael taka álopini uppaftur.
– Seinastu tíðina hevur verið tosað um eitt nýtt kríggj, men eg hugsi longu um tíðina eftir kríggið. Um tað er kríggj ella ikki, verður okkara politikkur tann sami, sigur hann sambært Ritzau.
Ein vápanhvíld í apríl steðgaði ógvusligastu álopunum, men boðað hevur kortini verið frá álopum í Hormuzsundinum, sum Iran hevur roynt at tikið ræði á.
Fleiri miðlar siga seg nú vita frá embætisfólki, at USA og Ísrael tosa um nýggj álop. Í vikuni skrivaði amerikanski miðilin New York Times m.a., at herurin hjá Ísrael og USA hava ætlanir um eitt álop eftir amerikanska miðskeiðisvalið 3. november.
Iranski uttanríkismálaráðharrin sigur, at kríggið hevur broytt alt, og er neyðugt at góðtaka nýggja veruleikan, m.a. viðvíkjandi Hormuzsundinum.
– Siglingarleiðirnar gjøgnum Hormuzsundið verða ikki tær somu, og tað sama er galdandi fyri eftirlitið, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald