Innanlands

Jóhannis Erlendsson verður forseti í Unga Norðurlandaráðnum næsta ár

Seinastu árini hevur hann umboðað Unga Tjóðveldið í UNR, og á ársfundi um vikuskiftið varð hann valdur til forseta fyri 2027.

(Mynd: Norðurlandaráðið)

(Mynd: Norðurlandaráðið)

2026-10-26 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð Jóhannis Erlendsson valdur til forseta í Unga Norðurlandaráðnum (UNR) fyri 2027.

Jóhannis er 23 ára gamal og hevur umboðað Unga Tjóðveldið í ráðnum seinastu árini. Hann varð valdur til forseta á ársfundi hjá UNR í Helsinki um vikuskiftið.

Nývaldi forsetin segði í røðu síni, sambært Norðurlandaráðnum, at hann framhaldandi fer at arbeiða fyri ávirkanina hjá UNR í norðurlendskum politikki.

– Saman við komandi stýrinum fari eg at tryggja, at røddin hjá ungdóminum framvegis verður hoyrd, segði hann.

Jóhannes Erlendsson tekur við sum forseti um ársskiftið eftir Arvid Karell úr Finnlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder