Eftir forsetavalið í Brasil í gjár er greitt, at sitandi forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, fær fýra ár afturat í forsetasessinum.
80 ára gamli Lula vann á 45 ára gamla Flávio Bolsonaro, upplýsir valmyndugleikin í Brasil.
Eftir at 99,9 prosent av atkvøðunum vórðu taldar upp, hevði Lula fingið 51,8 prosent av atkvøðunum, meðan Bolsonaro hevði fingið 48,2 prosent, skrivar Ritzau.
Sostatt hevur Lula tryggjað sær eitt fjórða valskeið sum forseti. Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð, at ein brasilskur forseti verður afturvaldur til eitt fjórða valskeið.
Lula var forseti í árunum 2003 til 2010, og í 2023 gjørdist hann aftur forseti eftir at hava vunnið á táverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, sum er pápi Flávio Bolsonaro.
Bolsonaro vann fyrra valumfar 4. oktober við 47 prosent av atkvøðunum, meðan Lula tá fekk 45,2 prosent. Av tí at eingin teirra fekk yvir 50 prosent av atkvøðunum, var eitt nýtt valumfar sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald