– Noreg er vorðið eitt lortaland.
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump á einum veljarafundi í statinum Michigan sunnudagin.
Amerikanski forsetin tosaði m.a. um friðarheiðursløn Nobels, sum varð latin fyrr í hesum mánaðinum av norsku nobelnevndini, og tað var í hesum sambandi, at hann fanst at Noregi.
– Hon (friðarheiðurslønin) varð latin einum, sum eingin kennur. So eg eri ikki forliptur í Noregi. Noreg stinkar, segði Trump sambært Ritzau.
– Noreg er vorðið eitt lortaland. Eg sigi bara sannleikan.
Trump hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann er vónsvikin um, at hann ikki sjálvur hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, og er hetta ikki fyrstu ferð, at Trump finst at Noregi orsakað av friðarheiðurslønini.
Tað var Suðurafrikanski løgfrøðingurin Navi Pillay, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í ár, og á veljarafundi í Syracuse í statinum New York segði Trump, at tað var pínligt, at Pillay "sum eingin hevur hoyrt um" fekk friðarheiðurslønina.
Les eisini: Trump finst at norsku Nobelnevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald