Innanlands

Arbeiðsloysið 0,9 prosent í september

330 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september - 112 kvinnur og 218 menn.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-26 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, sum er tað sama sum í september í fjør.

330 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september - 20 fleiri enn í sama mánaði árið fyri. 272 vóru fulltíðararbeiðsleys - sjey fleiri enn í september í fjør, skrivar Hagstovan.

Í september vóru 112 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, svaraði til 90 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er eitt arbeiðsloysi á 0,6 prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað árið fyri.

Av monnum vóru 218 raktir av arbeiðsloysi í september. Hetta svarar til 182 fulltíðararbeiðsleysar menn, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 1,1 prosent. Hetta er ein øking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri.

Tá hugt verður at arbeiðsloysinum kring landið var tað bert í Suðuroynni, at arbeiðsloysið var meira enn eitt prosent - 1,4.

Arbeiðsloysið var minst í Norðoynni, Eysturoynni og Vágum við 0,7 prosentum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder