2026-10-26 11:30
Vegna veður er koman hjá Norrönu á Havnina í morgin, týsdagin 27. oktober seinkað til mikudagin 28. oktober, boðar Smyril Line frá.
Hetta hevur við sær, at fráferðin av Havnini til Seyðisfjarðar eisini er seinkað.
Kringvarpið skrivar, at Norrøna, sum fór av Hirtshals á middegi í gjár, hevur krokað við Arendal í Noregi orsakað av illveðri. Skipið hevur tó aftur sett kósina móti Føroyum.
Sambært Smyril Line kemur Norrøna á Havnina mikukvøldið klokkan 23.30. Norrøna fer síðani av Havnini aftur hósnáttina klokkan 00.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald