Uttanlands

Enn ein miseydnað roynd at skipa stjórn í Svøríki

Elisabeth Thand Ringqvist úr Centerpartiet boðar í dag frá, at tað ikki hevur borið til at skipa eina stjórn tvørturum miðjuna.

Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinna í Centerpartiet (Mynd: Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix)

Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinna í Centerpartiet (Mynd: Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix)

2026-10-26 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eydnaðist heldur ikki forkvinnuni í Centerpartiet, Elisabeth Thand Ringqvist at skipa stjórn í Svøríki.

Fyri viku síðan fekk hon samráðingarrættin, men á tíðindafundi í dag boðaði hon frá, at tað ikki eydnaðist henni at fáa undirtøku fyri einari stjórn tvørturum miðjuna.

Ringqvist hevði ætlanir um eina stjórn við Magdalenu Andersson úr Sosialdemokraterna sum forsætisráðharra, stuðlað av Miljöpartiet, Centerpartiet, Kristdemokraterna og Liberalerna. Men eftir at hon hevur tosað við politisku flokkarnar er greitt, at tað ikki letur seg gera, skrivar Ritzau.

Valið til svenska Riksdagen var 13. september, har reyð-grøni blokkurin fekk ein tepran meiriluta, men Svøríki er framvegis uttan stjórn.

Nú skal svenski tingformaðurin, Andreas Norlén aftur peika á ein nýggjan samráðingarleiðara. Ein møguleiki er virkandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum er formaður í Moderaterna.

Dagførd kl. 12.23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder