Næstan ein kilometur av kendastu shoppingtøtuni í London, Oxford Street, er í dag gjørdur til gongugøtu.
Hetta hendir eftir at arbeitt hevur verið í fleiri ár at umskipa ferðsluna í enska høvuðsstaðnum, skrivar Reuters.
Endamálið er at skapa betri umstøður fyri bæði tey handlandi og fólk, sum eru farin í býin at keypa.
- At fáa lív í Oxford Streed fer at skapa arbeiðspláss og økja um vøksturin í høvuðsstaðnum, sigur borgarstjórin í London, Sadiq Khan.
Í Oxford Street liggja eitt nú stórhandlarnir John Lewis og Marks & Spencer og smúkkuhandilin Tiffany & Co umframt fleiri aðrir handlar.
Men síðan covid-19 hevur siðbundni handilin havt avbjóðingar við at koma upp aftur á sama støði, samstundis sum handilin á netinum hevur vundið upp á seg.
Við at senda bussar, hýruvognar, persónbilar, súkklur og onnur akfør burtur av Oxford Street, er vónin at fáa gøtuna upp á sama støði sum onnur handilsferðamál, so sum Times Square í New York, Champs-Élysées í Paris og La Rambla í Barcelona.
Sambært borgarstjóraskrivstovuni hevur gøtan longu nú eina hálva millión vitjandi um dagin.
Men seinastu árini eru fleiri handlar stongdir, eitt nú House of Fraser og Topshop.
Nú tosar Angela Rayner, ið er bretsk ráðkvinna við búðstaðar-, økismenning- og kommunumálum, um “ein spennandi nýggjan kapittul í Oxford Street”.
Gøtan skal gerast eitt “grønari og meira livandi stað”, sigur hon.
At umskipa gøtuna til gongugøtu, er bert ein partur av eini størri ætlan.
Ætlanin fyri 2027 er at planta 50 nýggj trø og gera 100 nýggj sitipláss umframt tvey almenn pláss og betri støð at hvíla og at betra um skelting og ljós.
Komandi mánaðirnar er tað tó tann týðandi jólahandil, sum er á skránni, og hesa tíðina verður avmarkað við byggiarbeiðinum í gøtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald