Innanlands

Greiður meiriluti fyri at steingja sendistovuna í Moskva

Tríggir av fýra veljarum taka undir við at gevast við almennu føroysku umboðanini í Russlandi. Tað eru tó nógv, ið ivast, vísir veljarakanning.

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-10-26 14:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir av fýra veljarum í Føroyum taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum at steingja føroysku sendistovuna í Moskva.

75 prosent svara nei til henda spurningin: “Tekur tú undir við hesum?: Føroyar skulu framhaldandi hava sendistovu í Russlandi”. Spurningurin var ein partur av veljarakanningini hjá Portalinum í farnu viku.

Viðmerkjast skal, at ein rættiliga stórur partur av teimum 500, sum Spyr.fo spurdi, høvdu ikki nakra meining um spurningin: 21 prosent svaraðu “veit ikki”. Sostatt byggir úrslitið av kanningini, 75 prosent 'nei' og 25 prosent 'ja', upp á tey, 79 prosentini, ið svaraðu spurninginum.

Í øllum flokkunum er meiriluti fyri at lata sendistovuna í Russlandi aftur. Størst er undirtøkan í Javnaðarflokkinum, 92 prosent.

Men í Fólkaflokkinum eru fólk nógv meira ivasom. Heili 26 prosent av fólkafloksveljarunum siga seg ikki vita, og av restini eru tað 55 prosent, sum taka undir við landsstýrinum, meðan 45 prosent eru ósamd.

Tá vit hyggja landafrøðiliga eftir svarunum, so er tað týðuligt, at í høvuðsstaðarøkinum er veljarin nógv mest sannførdur um at óneyðugt er við sendistovu í Moskva, meðan veljarin í Eysturoynni er mest ivasamur.

Í Tórshavnar kommunu svaraðu 82 prosent “nei” upp á spurningin og 18 prosent svaraðu “ja”. Í Eysturoynni hinvegin var prosentbýtið ávikavist 66 og 34.

Kvinnurnar eru eisini nógv meira sannførdar um at sendistovan í Moskva skal lata aftur, 83 prosent, meðan tað ‘einans’ eru 69 prosent av monnunum, sum halda hetta.

Tá hugt verður eftir aldri, eru tað teir eldru veljararnir, sum halda, at ónneyðugt er við føroyskari umboðan í Russlandi, meðan hesin hugburðurin ikki er eins stórur og sannførandi millum teir yngru veljararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder