Mentan

Teitur gevur út nýtt á felagnum Naxos

Talan er um verkið “Teens – Questions for Teenagers” við Ensemble Midtvest og føroyskum tannáringum umframt sangarinnunum Ólöf Arnalds og Nive Nielsen.

(Mynd: Leit/Finnur Justinussen)

(Mynd: Leit/Finnur Justinussen)

2026-10-26 19:00 Author image
Innsent
placeholder

Naxos, eitt av heimsins fremstu útgávufeløgum innan klassiskan tónleik, gevur 13. novembur út verkið “TEENS - Questions for Teenagers” eftir Teiti Lassen, har eisini føroyskir tannáringar luttaka. 

Teitur hevur skrivað verkið til kamarorkestrið Ensemble Midtvest. Talan er um 18 sangir sum eru sprettir úr samrøðum við tannáringar í norðurlondum, millum annað við næmingar á Glasi. 

Fýra føroyskir tannáringar eru upplesarar í verkinum, afturat íslendsku songkvinnuni Ólöf Arnalds og songkvinnuni Nive Nielsen úr Grønlandi, ið syngja saman við Teiti. Verkið er spælt inn í Norðurlandahúsinum og í Hoydølum.

[object Object]

Tvey stakløg: “I Dress Like My Sister” og “Confused” eru longu at hoyra á stroymingartænastum. 

Útgávufelagið Naxos var stovnað í 1987 fyri at leggja dent á útgávur við meira ókendum orkestrum, verkum og dirigentum. Í dag er tað heimsins størsti sjálvstøðugi útgevari av klassiskum tónleiki, við tí eyðkenda hvíta fløgu-húsanum. Naxos er serliga kent fyri upptøkur av Vivaldi, Sibelius og Shostakovic. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder