Innanlands

Hoyvíkar kirkja 19 ár

Fleiri tiltøk í Føroya (enn) nýggjastu kirkju hesa vikuna. Í kvøld verður konsert við Xperiment.

2026-10-27 06:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi sunnudag, allahalgannasunnudag, er vígsludagur Hoyvíkar kirkju. Kirkjan, ið enn er nýggjasta kirkjan í Føroyum, varð vígd í 2007, og hevur sostatt í 19 ár verið karmur um lívið hjá fólki í gleði og sorg.

Hendan vikan verður merkt av, at hoyvíkingar frøast um kirkju sína. 

Í kvøld klokkan 19 verður konsert við kórinum Xperiment. Xperiment er rútmiskt kór, ið m.a. tulkar føroyskar vísur og kvæði. Frumframførsla verður eisini á skránni.

Í annaðkvøld, mikukvøldið 28. oktober klokkan 17.30 verður skrúvuguðstænasta. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, sigur frá eini søgu, og síðani verður boðið til lasanju. 

Mikukvøldið klokkan 19.30 verður Miðvika við heitinum "Camino Primitivo". Malan Johansen og Teitur Heindriksson greiða frá gongutúri í Norðurspaniu. Sum tey sjálv siga: - Hetta er okkara máti at hátíðarhalda, at vit bæði verða 60 í ár.

Sunnumorgunin 1. november, allahalgannasunnudag, bjóðar kirkjuráðið øllum til morgunmat í kirkjukjallaranum klokkan 10. Farið verður til guðstænastu klokkan 11, har prestarnir báðir, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen skipa guðstænastuna. Kórið Brak syngur. Brak er mannað við fólki í ymsum aldri og framførir m.a. sangir í gospelstíli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder