Signe Munk, 36 ár úr Socialistisk Folkeparti, náddi at sita í smáar fimm mánaðir í donsku stjórnini. Hon hevur nú boðað Mette Frederiksen, statsministara frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvinum. Orsøkin er strongd – hon er nú sjúkrameldað.
Seinni í dag fer Mette Frederiksen at boðað kongi frá at skifti verður í stjórnini. Nýggjur ministeri verður floksfelagið Karina Lorentzen Denhardt, skriva danskir miðlar í morgun.
Signe Munk gevst tó ikki í politikki. Hon hevur boðað frá, at tá hon komin fyri seg aftur, byrjar hon aftur sum vanligur fólkatingslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald