Innanlands

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

Bogi Eliasen, stjóri í Movement Health Foundation, fer at tosa um hvussu heilsutænasturnar skulu síggja út tey næstu 50 árini.

Bogi Eliasen

Bogi Eliasen

2026-10-27 08:36 Author image
Innsent
placeholder

WHO Europe heldur í hesi vikuni 76. ársfund sín í Keypmannahavn, har heilsumálaráðharrar og serfrøðingar úr 53 limalondum hittast. Í dag, týsdagin 27. oktober, er fokus á primeru heilsutænastuna og kronisku sjúkurnar, sum eru størsta avbjóðingin fyri fólkaheilsuna í flestu londum.

WHO Europe hevur heitt á føroyingin Boga Eliasen, stjóra í Movement Health Foundation, um at halda høvuðsfyrilesturin fyri leiðarar sendinevndanna um, hvussu heilsutænasturnar skulu síggja út tey næstu 50 árini.

Fyrilesturin byggir m.a. á framtíðarmyndirnar, sum Bogi var við til at menna fyri WHO Europe til arbeiðsskrá stovnsins 2026–2030.

Bogi fer at leggja áherðslu á tørvin á greiðum málum og betri háttum til raðfesting og implementering. Umleið 30 prosent av sjúkubyrðuni kundu verið fyribyrgd ella viðgjørd nógv fyrr.

- Spurningurin er ikki, um vit hava tað besta heilsuverkið, men um vit hava ta bestu fólkaheilsuna, sigur Bogi Eliasen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder