Fríggjakvøldið 6. november verður møguleiki hjá ungum sum eldri at uppliva konsert við rokkbólkinum Wolfgang í Gulu smiðju í Runavík.
Wolfgang kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum.
Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum.
Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har, og fyri stuttum komu teir við síni fyrstu heildarútgávu, sum ber sama navn sum bólkurin.
Síðani hava teir spælt nakrar konsertir og til býarskáan í Runavík fríggjadagin 6. november spæla teir í Gulu smiðju.
Talan er um standikonsert – atgongumerki fáast á atgongumerki.fo. Økistónar hava stuðlað konsertini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald