Innanlands

Bankarnir høvdu 286 milliónir í yvirskoti fyrra hálvár

Talan er um eitt yvirskot, ið er eitt vet minni enn fyrra hálvár í fjør, tá tað var 320 milliónir krónur, vísir uppgerð hjá Landsbankanum.

2026-10-27 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvirskotið eftir skatt hjá føroysku bankunum í fyrra hálvári 2026 var um 286 milliónir krónur tilsamans, vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum. Hetta er eitt vet minni enn fyri fyrra hálvár 2025, tá tað var 320 milliónir krónur.

Í fyrra hálvári í ár hevði Betri Banki hevði eitt yvirskot eftir skatt á 141 milliónir, Føroya Banki 125 milliónir, Norðoya Sparikassi 18 milliónir og Suðuroyar Sparikassi eitt yvirskot á 2 milliónir krónur.

Avskrivingar og tap

Upphæddin, sum føroysku bankarnir tilsamans hava sett av til møgulig tap í 2026 svara til 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar, og møgulig tap av hesum útlánum í 2026 vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum.

Í 2025 vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánum til vinnukundar 0,0 prosent av samlaðu útlánunum.

Tá tað kemur til húsarhaldini hava peningastovnarnir sett 0,7 prosent av ímóti tapi burturav samlaðu útlánunum til húsarhaldini í 2026, og tapini av útlánum til húsarhald vóru 0,1 prosent í 2025.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder