Innanlands

Vilja verja børn móti tøknirisunum

Stjórnarleiðararnir í Norðurlondum ávarað verður, at snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnað, sálarheilsu, læring og menning hjá børnum og ungum.

(Mynd: Heikki Saukkomaa/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Heikki Saukkomaa/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-27 13:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag løgdu norðurlendsku stjórnarleiðararnir fram eina yvirlýsing, har teir standa saman um at verja børn og ung betur í talgilda heiminum.

Løgmaður, Beinir Johannesen, sigur soleiðis við heimasíðuna hjá løgmansskrivstovuni:

- Í Føroyum eru vit byrjað at seta átøk í verk og arbeiða við at seta aldursmark á sosialar miðlar umframt at fáa snildfonir úr skúlunum. Men tað er sjálvandi enn sterkari, tá øll Norðurlond nú standa saman. Eg havi gott álit á ungdóminum í Føroyum, men tað er uppgávan hjá okkum øllum – bæði politikarum, foreldrum og myndugleikum – at skapa bestu fortreytirnar hjá teimum at trívast.

Í yvirlýsingini verður ávarað um, at snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnað, sálarheilsu, læring og menning hjá børnum og ungum.

Stjórnarleiðararnir vilja tí herða reglurnar fyri snildfonir, tøknirisar og sosialar miðlar.

Millum átøkini eru aldursmørk á sosialum miðlum, færri snildfonir í skúlum og tiltøk móti vanaskapandi algoritmum og sniðgeving.

Boðskapurin í yvirlýsingini er í stuttum: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.

Marienborg-yvirlýsingin kann lesast í síni heild her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder