Innanlands

Smyril siglir bert tveir túrar í dag

Siglt verður av Havnini klokkan 13 - túrarnir av Krambatanga klokkan 16.00 og av Havnini klokkan 19.00 eru avlýstir vegna veður.

2026-10-27 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Boðað verður frá nógvum vindi seinni í dag, og hetta ávirkar samferðsluna.

Avlýsingar eru á á leiðini millum Sandoynna og Skúgvoy og millum Gamlarætt og Hest í dag, og so er tað Suðuroyarleiðin:

- Fyri veður eru hesir túrar avlýstir á leið 7 týsdagin, 27. oktober: Av Krambatanga kl. 16.00 og av Havnini kl. 19.00

Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari í gjár, mánadagin.

Harvið siglir Smyril bert tveir túrar hendan týsdagin. Farið varð av Tvøroyri í morgun, og Smyril siglir aftur av Havnini klokkan 13. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder