Innanlands

Sunnvá Dahl Høgfeldt verður varaforseti í Norðurlandaráðnum

Hon varð nývald sum løgtingskvinna í mars og er annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðnum. Sunnvá Dahl Høgferldt skal røkja sessin í seinnu helvt í 2027.

- Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáasjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum, sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt

- Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáasjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum, sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt

2026-10-27 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í apríl vórðu nývaldu tingkvinnurnar hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, valdar sum føroysk umboð í Norðurlandaráðnum.

Nú er Sunnvá Dahl Høgfeldt vald sum næstforkvinna. Hetta fyri seinnu helvt í 2027. Føroyar hava herfyri fingið fastan sess í formansskapinum og skulu býta sessin sum næstforfólk við Grønland næsta ár.

Til ársfund Norðurlandaráðsins, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki, er
vorðið greitt, at er vald til varaforseta fyri Norðurlandaráðið.

Sambandsflokkurin skrivar, at tað er týdningarmikið, at Føroyar eru umboðað við eini sterkari rødd í Norðurlandaráðnum.

- Tí eru vit errin av og stuðla fult uppundir, at Sunnvá skal
røkja hendan sessin. 

- Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáa
sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum.” sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri
Sambandsflokkin.

Sí eisini: Jóhannis Erlendsson verður forseti í Unga Norðurlandaráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder