Innanlands

Hvussu dansar norðlýsið í Norðurlandahúsinum

Í dansiframsýningini Boreali Land verður søgan søgd uttan orð. Í staðin fer upplivingin fram gjøgnum kropp og sansir, tá ið litir, ljóð og rørslur vekja norðlýsið til lívs og skapa ein heim í støðugari broyting.

2026-10-27 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dansiframsýningin Boreali Land bjóðar áskoðarum á eina ferð inn í gandakenda heimin hjá norðlýsinum. Hetta í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. november klokkan 16.00.

Í dansiframsýningini Boreali Land verður søgan søgd uttan orð. Í staðin fer upplivingin fram gjøgnum kropp og sansir, tá ið litir, ljóð og rørslur vekja norðlýsið til lívs og skapa ein heim í støðugari broyting.

Anna Borràs Company skipar fyri sýningini. Dansarin Anna Borràs er úr Spania, búsitandi í Svøríki og er útbúgvin samtíðardansari. Aftan á sýningina greiðir hon stutt frá verkinum og sínum kreativa arbeiði. Luttakarar fáa eisini sjálvir høvi at royna máttin í samtíðardansi.

Sýningin er ein partur av FJØLMENTANARVIKUNI 2026 í Norðurlandahúsinum, og tað er ókeypis at vera við.

Norðurlandahúsið
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder