Innanlands

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum og gevur eina freist

Helst í ár men í seinasta lagi á ársfundinum í 2027 skal vera greitt, hvørt Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum ella ei.

2026-10-28 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið tann sami dansurin tey seinastu mongu árini:

Føroyar eru við til fundir í Norðurlandaráðnum men hava lítla og onga veruliga ávirkan. Tað er av tí einføldu orsøk, at Føroyar ikki hava fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Tað hava Áland, Føroyar og Grønland ikki, og so hevur tað til tíðir verið ein kapping um at peika eftir hvørjum øðrum millum Danmar og Svøríki: Hvør er tað, sum ikki ynskir at fáa londini undir sær veruliga uppí.

Víst verður til sonevndu Helsingforsavtaluna, sum forðar fyri at ikki-sjálvstøðu lond eru "veruligur limir". Aftur í ár tala føroyskir politikkarar at á ársfundi.

Løgmaður krevur greitt svar innan eitt ár

Í røðu sínari á ársins Norðurlandaráðsfundi legði løgmaður dent á, at politiska skipanin í Føroyum stendur saman um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Hetta skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari. Har verður eisini víst til eitt sitat hjá Beini Johannesen í Finnlandi í gjár, har hann gevur Norðurlandaráðnum eina freist, í mun til at svara uppá fullan føroyskan limaskap.

- Føroyar krevja eitt greitt svar. Helst í ár, men í seinasta lagi á ársfundinum komandi ár er avgerandi, at vit fáa eitt ja ella eitt nei til at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Tað var í 2024, at tað var einmælt samtykt í Norðurlandaráðnum, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti til, hvussu  fáa fullan limaskap. Men ein arbeiðsbólkur skal helst koma við einaum svari og einari greiðari niðurstøðu. Soleiðis hevur ikki verið enn - einki er lagt fram hesa vikuna í Helsinki

Les røðu løgmans her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder