Innanlands

122 km/t og treytað frádøming í Kalbaksbotni

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri ov nógva ferð á strekkinum - tað stóð verri til hjá tí eina. Ein annar persónur varð tikin fyri at koyra ávirkaður í Suðurstremoy.

2026-10-28 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólk hava verið væl fyrireikaði, og nógvi vindurin seinnapartin og út á kvøldið í gjár hevur ikki rakt so hart.

Í øllum førum hevur løgreglan onga fráboðan fingið um stormskaðar seinasta samdøgrið. Hetta váttar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Løgreglan hevði tó nøkur ferðslumál niðurskirvaði í rapportini.

Týsmorgunin varð ein bilførari tikin í Suðurstreymoy, tí illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður. Hetta vístu tølini eisini - síðani er blóðroynd tikin, og mest sannlíkt skal bilførarin revsast.

Tveir aðrir bilførarar fáa revsing fyri at koyra ov skjótt á Kaldbaksvegnum.

Tann eini missir koyrikorið treytað, umframt at viðkomandi fær stóra bót. Hetta tí at hann var máldur til at koyra 122 kilometrar um tíman.

Ein annar bilførari koyrdi 106 km/t, tá løgreglan tók ferðina, og hetta kostar klipp og bót. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder