Innanlands

Eru byrjaðir at klippa nummarplátur - heita á fólk um at kanna støðuna

Hetta so tað ikki verður neyðugt hjá løgrelguni at ganga runt og klippa yvir 600 nummarplátur afturat, og so bileigarar ikki koma í eia støðu, har tað ikki ber til at koyra við bilunun.

2026-10-28 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tann tíðin. Ikki bara tá tað gerst myrkari, og fótbóltsárið í Føroyum endar, men tá nummarplátur skulu klippast.

Hetta hjá eigarum, sum onkursvegna ikki hava síni viðurskifti í lagi við Akstovuna.

Aktstovan lat mánadagin 26. november løgreglustøðunum kring landið landið 629 mál um eftirstøðu fyri veg- og umhvørvisgjøld. 

Hetta sum boð til løgregluna um at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun sigur við miðlarnar, at hetta arbeiðið er farið í gongd.

Í nátt eru fimm nummarplátur kliptar hjá bileigarum, sum enn hava til góðar at gjalda. Harvið kunnu hesir bilarnir ikki koyra sum nú er.

- Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, skrivar Akstovan í tíðindaskrivi. 

Og løgreglan heitir við hesum á bileigarar um at fáa viðurskiftini í lagi. Hetta so tað ikki er neyðugt hjá løgreglufólki at ganga runt og klippa 624 nummarplátur afturat - og so fólk fáa koyrt í frið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder