Uttanlands

Netanyahu sær ikki út til at fáa meiriluta

Men tað ger størsti mótstøðuflokkurin, Yashar við Gadi Eisenkot á odda, heldur ikki. Nakað yvir helmingurin av atkvøðunum í Ísrael eru taldar upp - arabisku flokkarnir kunnu gerast tungan á vágskálini, í mun til at fáa meiriluta í Knesset.

Benjamin Netanyahu og flokkur hansara síggja út til at gerast størsti flokkur aftur - men tað kann gerast ógvuliga torført at fáa ein meiriluta í Knesset (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu og flokkur hansara síggja út til at gerast størsti flokkur aftur - men tað kann gerast ógvuliga torført at fáa ein meiriluta í Knesset (Mynd: EPA)

2026-10-28 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Val til Knesset, ísraelska tingið, var í týsdagin 27. oktober. Tað er fjórða hvørt ár, og talan er harvið um fyrsta valið, síðani Hamas framdi yvirgangsálop á Ísrael 7. oktober í 2023.

Verandi stjórnarleiðarin Benjamin Netanyahu hevur verið undir trýsti í heimlandinum og uttan úr heimi. Í skrivandi stund standa forsætisráðharrin og flokkur hansara Likud sær tó út til at gerast størsti flokkur aftur - men tað sær ikki so lætt út, í mun til at fáa meiriluta til at skipa stjórn aftur.

Hetta er eftir at nakað yvir helmingurin av atkvøðunum eru taldar upp.

Likud er størsti flokkurin í "øðrum blokkinum". Yashar, við Gadi Eisenkot á odda, er tann størsti í hinum blokkinum. Á núverandi andstøðusíðini

61 tinglimir skulu til fyri at fáa meiriluta í Knesset, har 120 sessir eru.

Sambært ísraelskum og stórum altjóða miðlum síggja Netanyahu og blokkur hansara til at fáa 56 tinglimir í løtuni - Eisenkot og hansara blokkur eru mettir til 49 sessir.

Forsagnirnar í morgun siga, at teir arabisku flokkarnir fáa 15 tinglimir. Harvið kunnu teir gerast tungan á vágskálini, í mun til at skipa nýggja stjórn í Ísrael. Tað er tó ikki vanligt, at samstarvað verður við arabisku flokkarnar.

Umleið ein fimtapartur av íbúgvunum í Ísrael eru arabarar. Viðmerkjarar og útsend tíðindafólk í Miðeystri eru bilsin av, at valluttøkan millum arabiskar borgarar sær út til at hava verið so stór hesaferð.

Um tað ikki eydnast at skipa nýggja stjórn í Ísrael innan næstu tíðina, kann neyðugt gerast at hava nýval.

Les eisini: Greiður meiriluti móti sendistovuni í Tel Aviv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder