Farið verður nú undir at bøta um umstøðurnar á demensdeildunum á Lágargarði.
Tað var í desember í fjør, at býráðið játtaði tvær milliónir krónur av meirinntøkunum í 2024 til tillagingar á Lágargarði.
Av hesum fóru 1,2 milliónir krónur til køk, og restin skuldi nýtast til demensvinarlig átøk á Lágargarði.
Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum.
Tí samtykti eitt einmælt býráð á býráðsfundinum 22. oktober, at játta 1 mió til at betra um akustikk og ljósviðurskifti á demensdeildini.
Góðar royndir eru av at leggja mineralulls-plátur á raftir undir verandi loft. Samstundis verða nýggj loftsljós við døgnrytmustýring monterað á nýggja loftinum.
Mett verður at kostnaðurin av nýggjum loftum og ljósum verður 1,2 mió. Írestandi upphæddin á áleið 0.2 mió. kr verður fíggjað av rakstrarkontu til umsiting og røkt av bygningum.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald