Skúlablaðið: Í Eiðis skúla eru tvær lesivikur um árið, tann fyrra fyri árslok, tann seinna eftir árslok. Lesivikan hevur vanliga verið skipað soleiðis, at næmingarnir lesa í ein tíma onkrastaðni í skúlanum; tað kann vera á bókasavninum, á gongini, í skúlastovuni, ella har næmingarnir vilja. Alt er opið, og næmingar og lærarar lesa saman og í felag.
Síðsta skúlaár valdi leiðslan í skúlanum at gera seinni lesivikuna eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at vera. Uppgávuna at skipa lesivikuna fekk Erla K. Róin, sum hevur verið lærari í tíggju ár og í Eiðis skúla í átta ár.
- Avbjóðingin er sjálvsagt at skipa eina lesiviku, sum rakar alla fjøldina av næmingum, úr forskúla upp í sjeynda flokk. Fyrsti tankin var at arbeiða tvørtur um flokkar, og at næmingar á øllum floksstigum eru saman. Teir eru ymsastaðni í lesimenningini; teir yngstu duga kanska at avkoda orð og orðamyndir, og summir lesa, meðan teir elstu duga væl at lesa.
Setningurin, sum Erla K. Róin helt seg til, meðan hon fyrireikaði lesivikuna, var: orð eru myndir, orð skapa myndir, og myndir skapa orð.
- Tað eru nógvir mátar at lesa, tú hyggur, lurtar, lesur, endurgevur og endurskapar við egnum orðum. Tú lærir nýggj orð, víðkar orðfeingið, verður tryggari og skjótari lesari, samstundis sum tú mennir skriftmálið við at lesa nógv. Lesing økir eisini hugsavnanina, hugsan og hugflog, og tí var hugflog eitt týðandi mál í lesivikuni. Lesing víðkar eisini sjónarringin, tú lærir nýggjar heimar og søgur, lærir um lív, fólk og mentan aðrastaðni. Tú venur teg við at skilja og varnast smáar smálutir, og øll læring víðari byggir á at duga at lesa. Hetta var tað, sum var grundleggjandi undir lesivikuni.
Íblásturin til lesivikuna kom úr ymsum heraðshornum, serliga av skeiðum, sum Erla K. Róin hevur verið á. Hon hevur sæð, hvat aðrir lærarar gera, og hoyrt, hvørjar royndir teir hava gjørt sær.
- Eg legði meg mest eftir, at tað skuldi vera stuttligt. At tað er stuttligt, trygt og hugnaligt kann vera við til at skapa lesigleði.
![]()
- Tú venur teg við at skilja og varnast smáar smálutir, og øll læring víðari byggir á at duga at lesa. Hetta var tað, sum var grundleggjandi undir lesivikuni
Tað er ilt at siga, um ein lesivika einsamalt fær børn at lesa nógv meiri, tí tað er ikki bara bara at vekja lesiáhugan, heldur Erla K. Róin.
- Lesivikur og lesiátøk í skúlanum eru ikki nóg mikið at kveikja lesihugin. At tað verður lisið heima hevur alt at siga. At vaksin – lærarar og foreldur – eru fyrimyndir og lesa, hevur meiri at siga, enn vit gruna. Tað hevur eisini sera stóran týdning, at vaksin kunna seg við nýggjar bøkur og miðla tær til børn; at eg vísi børnunum, at eg havi lisið og haldi, at bókin er góð, og at tað er kul at lesa. Lesa foreldrini, er lættari at fáa børnini at lesa, og síggja næmingarnir lærararnar lesa, er lættari at sannføra teir um at lesa.
- Vit kunna nógv um týdningin av at lesa, tað gera vit aftur og aftur. Nógvir lærarar lesa framhaldssøgur fyri børnum, í øllum førum í yngri flokkum, og tey eru ógviliga áhugað og sita still og lurta. Summir lærarar lesa fyri børnum í matarsteðginum, og tað er eisini gott. Ein góð bók er eisini góð læring at sita still og hugsavna seg. Nógv børn ganga nógv á bókasavninum. Eg hugsi ikki, at lesivanarnir eru broyttir nógv hesi árini, eg havi verið lærari, men lærarar, sum hava verið lærarar longur enn eg, siga, at tað er stórur munur – at børn í dag lesa minni enn børn fyrr.
Á lesivikuni vóru fýra verkstøð skipað; næmingarnir valdu eitt til hvønn dagin í vikuni, og hvørt verkstað tók 20 minuttir.
Til ber at lesa meira um tey í Skúlablað nr 4, 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald