Tað er ein meiriluti millum veljararnar, at Føroyar gerast sjálvstøðugur statur í kongsríkinum. Men meirilutin er ikki ovurstórur. Og taka vit veljararnar hjá núverandi landsstýrisflokkunum, so eru fleiri, sum ikki taka undir við at vit gerast sjálvstøðugur statur.
Tað vísir veljarakanningin, sum Portalurin gjørdi í farnu viku. Spyr.fo spurdi 500 veljarar hendan spurningin: “Tekur tú undir við hesum?: Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur statur í kongaríkinum?”. Hetta at vit skulu gerast ‘sjálvstøðugur statur innan fyri danska kongsríkið’ er tann leisturin, sum arbeitt hevur verið við í sokallaðu ‘tjóðarsemjuni’, sum var nógv umrødd upp til seinasta løgtingsval, men sum nú tykist at vera ‘parkerað’ fyribils eftir at nýggj landsstýrissamgonga varð skipað.
56 prosent svaraðu “ja” upp á spurningin og 44 prosent “nei”. Men tað vóru 18 prosent av teimum 500, sum svaraðu “veit ikki”.
Ikki meiriluti í samgonguni
Men taka vit veljararnar hjá núverandi landsstýrisflokkunum, Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, so vóru tað 48 prosent, ið svaraðu “ja” og 52, ið svaraðu “nei”, meðan 18 prosent søgdu seg ikki vita. Hjá andstøðuflokkunum vóru 79 prosent “ja”, 21 prosent “nei” og 10 prosent “veit ikki”.
Hyggja vit at teimum einstøku flokkunum, so eru tjóðveldisveljarar mest sannførdir um at vit gerast sjálvstøðugur statur – 89 prosent søgdu “ja”. Í Framsókn, Sjálvstýri og Fólkaflokkinum var eisini meiriluti fyri “ja” – í Fólkaflokkinum 66 prosent.
Miðflokkarnir eru ikki á einum máli í spurninginum, har er javnt millum partarnar.
Fjórði hvør sambandsveljari fyri
Tey, sum ikki taka undir við spurninginum um at gerast sjálvstøðugur statur í kongsríkinum, eru javnaðarveljararnir har 44 prosent og sambandsveljararnir, har 25 prosent svaraðu “ja” upp á spurningin.
Áhugavert er, at millum javnaðarveljararnir finna vit størsta bólkin, ið ikki svarar spurninginum. 24 prosent svaraðu “veit ikki”. Í Framsókn eru eisini oman fyri 20 prosent, ið ivast.
Minst ivandi eru tjóðveldisveljararnir – 5 prosent – og sjálvstýris- og sambandsveljararnir ávikavist 9 og 10 prosent, sum svaraðu “veit ikki”.
Bara tey sunnanfjørðs eru ímóti
Tá svarini verða býtt upp landafrøðiliga, so síggja vit, at størsta undirtøkan er í høvuðsstaðarkommununi har 59 prosent svara “ja”. Í hinum økjunum er eisini meiriluti fyri einum “ja” við undantaki av økinum, sum er Suðuroy og Sandoy undir einum. Her eru 48 prosent fyri og 52 ímóti.
Menninir fyri – kvinnurnar ímóti
Vit síggja eisini, at mannligu veljararnir eru meira sannførdir um at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur statur í ríkinum – 61 prosent svara ja, meðan tað hjá kvinnunum eru jasigararnir í minniluta 49 móti 51 prosentum. Kvinnurnar eru eisini meira ivandi, heili 23 prosent av kvinnuligu veljarunum svara “veit ikki”.
Tey ungu ímóti – tey eldru fyri
Tá hugt verður eftir aldrinum hjá veljarunum, er eisini munur millum ættarliðini. Tey eldru eru nógv meira sannførd enn tey yngru um at gerast sjálvstøður statur í ríkinum.
Millum veljarar oman fyri 45 ár, eru 63 prosent fyri, meðan tey tað er meiriluti – 53 prosent – ímóti millum veljararnar undir 45 ár. Millum yngru veljararnar eru eisini nógv fleiri ivandi (22 prosent) enn millum teir eldru (14 prosent).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald