Innanlands

John Mogensen Jam á Reinsarínum

Leggja upp til felagssang í Reinsarínum fríggjakvøldið.

2026-10-28 15:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið 30. oktober verður lagt upp til eitt brak av einum kvøldið á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, tá John Mogensen Jam fer at seta lív í húsið!

Við 10 árum sum bólkur og meira enn 50 konsertum um árið hava teir drúgvar royndir í at skapa góðan stemning og fáa fjøldina við, og eru teir førandi á sínum øki í Danmark.

Áhoyrarar kunnu rokna við at fáa allar teir kendu klassikararnar hjá John Mogensen, og eisini verður høvi at syngja við av fullum hjarta.

Hetta er teirra fyrsti túrur í Føroyum, og teir gleða seg, tí teir hava hoyrt, at føroyingar elska John Mogensen.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder