Sunnudagin 25. oktober var seinasti dagurin á Stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissióni. Tey vóru á fyrsta sinni í Stórhøllini við Tjarnir, og endað var við einum braki.
Trúboðin skýrir sonevnda Spírabrakið sum "ein av størstu sunnudagsskúlunum, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum".
- Børn, foreldur, ommur, abbar og nógv onnur fyltu høllina við Tjarnir. Í sambandi við SpíraBRAKIÐ kom fyrsti partur í Spírar 2 út. Á nýggju heimasíðuni, spirar.fo, ber til at síggja bíbliusøgur, sangir og nógv annað.
![]()
![]()
Myndir: trubodin.fo
Til tiltakið sang felagskórið frá Sangfagnaðinum, sum telur umleið 200 sangarar.
Sangfagnaðurin er tiltak, sum var í heystferiuni í Nesvík, har børn vóru á sanglegu í tríggjar dagar og lærdu fleiri nýggjar sangir. Tey sungu eisini til konsert í Nesvík seinasta leygardag. Talan var bæði um kór fyri minnu børnini og kór fyri størru børnini.
Kórið frá sangfagnaðinum sang fleiri sangir, og til endan sluppu onnur, sum hava verið á Sangfagnaði áður, við at syngja í kórinum, skrivar Trúboðin.
Sí eisini - tekst og video: 10. Sangfagnaðurin endaði við tveimum fullsettum konsertum
Bíbliuleikur varð framførdur, og Reyða Leyva var millu, tey, ið vitjaðu áðrenn hoppiborgir og nátturði vóru á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald