Innanlands

Jón Magnus Joensen í Smiðjuni í Lítluvík

Sýnir fram yvir 30 litfagrar málningar millum tað figurativa og abstrakta.

2026-10-29 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá fríggjadegnum 30. oktober til týsdagin 3. november sýnir Jón Magnus Joensen fram málningar í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Framsýningin fevnir um fleiri enn 30 málningar – bæði stórar og smáar – har høvuðsstaðarøkið er miðpunktið. Harafturat ber til at síggja eitt nú úrval av pappírsmyndum, sum ikki hanga uppi.

Jón hevur málað síðan ungdómsárini og hevur havt eina røð av sjálvstøðugum framsýningum, eitt nú í Smiðjuni, umframt luttøku á felags- og sensureraðum framsýningum. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003. Stílurin er ekspressionistiskur, millum tað figurativa og abstrakta, eyðkendur av einari litfagrari palett, har ljósið spælir ein týðandi leiklut.

Jón er argjamaður, býr á Toftum og hevur egið atelier har.

Framsýningin er opin fríggjadagin kl. 11 til 19, leygardagin kl. 14 til 19, sunnudagin kl. 14 til 18 og mánadagin og týsdagin kl. 11 til 18.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder