Uttanlands

Altjóða lufthavn letur upp í Ilulissat í dag

Nýggj 2,2 kilometra long flogbreyt skal av loysa ta gomlu, ið var 845 metrar long.

Fyrsta Airbus flogfarið hjá Air Greenland lendir í Ilulissat í dag (Savnsmynd)

Fyrsta Airbus flogfarið hjá Air Greenland lendir í Ilulissat í dag (Savnsmynd)

2026-10-29 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trafikstyrelsen í Danmark hevur nú góðkent nýggju altjóða floghavnina í Ilulissat í Diskovíkini í Grønlandi. Tað boðar stýrið frá í tíðindaskrivi.

Tað merkir, at floghavnin alment kann lata upp í dag. Fyrsta flogfarið, eitt Airbus hjá Air Greenland fer umleið klokkan 13.40 í dag at seta seg sum tað fyrsta við ferðafólkum úr Keypmannahavn, skrivar Danmarks Radio.

- Eftir fleiri eftirlit og royndarflúgvingar er staðfest, at floghavnin livir upp til neyðugu krøvini um trygd, ið verða kravd av eini nýmótans altjóða floghavn, sigur Lars Korsholm, varastjóri í Trafikstyrelsen.

Kortini verða ávísar avmarkingar galdandi inntil floghavnin hevur fingið fleiri rakstrarroyndir.

Gamla flogbreytin í Ilulissat var 845 metrar long. Nú verður hon ein partur av atkomuvegnum til nýggju flogbreytina, ið er 2,2 kilometrar, og kann taka ímóti nógv størri flogførum enn higartil. Eisini er nýggjur terminalur bygdur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder