Innanlands

Leita eftir horvnum manni í Havn

Løgreglan heitir á fólk um at hyggja eftir eldri manni, sum helst gongur skóleysur og í berari skjúrtu og ikki finnur heimaftur.

2026-10-29 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan heitir á fólk í Havn um at halda eyga eftir einum manni, sum leitað hevur verið eftir seinastu tríggjar tímarnar.

Talan er um ein mann, sum ikki sjálvur er førur fyri at finna heim. Helst er hann í økinum nærhendis Stoffalág í eysturbýnum í Havn.

Maðurin er miðskeiðis í 60 árunum, høgur umleið 180 sentimetrar við myrkum gráligum hári.

Tey vita ikki rættiliga hvørjum klæðum maðurin er í, men hann er ikki farin í jakkan hjá sær, so helst er hann í berari skjúrtu, og helst gongur hann skóleysur eisini.

Hann er farin heimanífrá tíðliga í morgun.

Maðurin hevur fyrr verið burtur, og ta ferðina var hann farin inn í eini fremmand hús. Tí heitir løgreglan á fólk um at hyggja í kjallarar, bilhús og úthús fyri at vita um hann møguliga kann vera har.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder