Innanlands

Koyrdi 77 km/t um tíman á knallert

Pláturnar hjá føraranum, sum hevði aldur, vórðu tiknar. Aðrastaðni varð ein bilur tikin fyri at koyra líka yvir 100 km/t.

2026-10-30 07:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur havt nøkur fá ferðslumál seinasta samdøgrið - tvey hava snúð seg um ferð.

Eitt var í Norðurstreymoy, har ein bilur varð máldur at koyra 106 km/t. Hetta varð niðursett til 102 km/t, men tað kostar kortini klipp og bót.

Eitt nakað meira óvanligt ferðslumál var í høvuðsstaðnum. Har var ein knallert, sum vaktleiðarin lýsir akfarið, steðgað. Hendan var máld til at koyra 77 km/t um tíman.

- Tað var einki galið við aldrinum á føraranum - knallertin koyrdi bara alt ov skjótt.

Slíkar knallertir, ella prutl, kunnu bert koyra 30 kilometrar um tíman. Men her var ymiskt gjørt við akfarið. Løgreglan upplýsir annars, at viðkomandi hevði aldur og koyrikort.

Men slíkt gevur eisini bót, og nummarplátan varð tikin, so neyðugt er at fara ein túr á Akstovuna. Har skal akfarið sýnast. 

Og júst plátur og Akstovan: Hetta er tíðin á árinum, tá hetta er á breddanum, og løgreglan heitir á bilførarar um at fáa virðurskiftini í lagi, um tey ikki eru tað. Aftur í nátt eru nógvar nummarplátur tiknar.

Sí eisini: Eru byrjaðir at klippa nummarplátur - heita á fólk um at kanna støðuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder