Hesa vikuna hevur nógv verið tosað um telefonsamrøðurnar, sum forsætisráðharrin í Noreg og forsetin í Finnlandi høvdu við Vladimir Putin týsdagin 27. oktober.
Les eisini: Støre og Stubb hava tosað við Putin - Mette Frederiksen firtin
Nú er komið í ljósmála, at Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb millum annað greiddu Vladimir Putin frá, hvussu hugburðurin hjá Volodymyr Zelenskyj er í løtuni.
Tað hevur uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andrij Sybiha, í øllum førum greitt stóra finska miðlinum Helsingin Sanomat frá.
- Vit ynskja ein fund, andlits til andlits, og eru til reiðar til tess. Eftir øllum at døma er tað bert ein fundur millum Zelenskyj og Putin, sum kann broyta gongdina í samráðingunum. Volodymyr Zelenskyj er til reiðar at tosa um teir truplastu og mest klensluligu spurningarnar, millum annað spurningar um landøki, vil Andrij Sybiha vera við.
Tað vil siga, at sambært uttanríkisráðharranum í Ukraina, er góð sannlíkindi fyri fysiskum fundi millum stríðandi partarnir. Har skal stóri spurningurin um ta landafrøðiliga takast upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald