Annað árið á rað verður Heysthugni í Havn hetta vikuskiftið. Tað er eitt vikuskiftið tá handlar, matstovur, kaffi- og gistingarhús spíla seg út og bjóða góð tilboð og serstakar upplivingar í býnum. Tveir dagar har føroyingar kunnu fara eina styttri ferð til Havnar at orðna sær jólgávurnar ella bara taka sær av løttum eittvikuskifti.
Handlarnir bjóða nevnliga jólaumbýtingarmerki hesar dagarnar. Eisini eru nógv góð tiltøk kring býin, so tað ber til at fáa nakrar góðar upplivingar við á vegnum.
Nýtt tiltak
Sum nakað nýtt verður tiltakið ‘Eitt lag á hvørjum stað’ í morgin, leygardagin. Hetta er eitt nýtt og øðrvísi tiltak, sum ongantíð er roynt fyrr. Tá fara Jónas Gaard, Guðrið Hansdóttir og Die Færøsche Polkaband at framføra eitt lag í ymsum handlum og kaffihúsum í Havnini. Tað vil siga, at tey spæla eitt lag og fara so avstað til næsta stað. Ongin veit nær ella hvar.
Tí mást tú vera á rætta stað, røttu tíð fyri at uppliva tey. Hvør løta verður sostatt ein serstøk løta!
Havnarlív
Tey sum vilja vita, hvørji støð eru við í tiltakinum, og bara hoyra meira um Heysthugnan í Havn, kunnu fara á Facebook síðuna Havnarlív.
Tað er Visit Tórshavn sum saman við handlislívinum í Havn skipar fyri Heysthugna í Havn og Eitt lag á hvørjum stað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald