Innanlands

Kambodja-hjálpin, Sinnisbati og Diabetesfelagið fingu Skótahjálp

Tær gott 200.000 krónurnar, sum skótar kring landið savnaðu íár, eru nú býttir til tríggjar felagsskapir.

2026-10-30 19:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár handaðu skótar innsavnaða peningin fyri Skótahjálpina í ár.

Skótar kring alt landið savnaðu í ár inn 206.720 krónur, og nevndin fyri Skótahjálpina hevði hesaferð gjørt av at stuðla skúlaverkætlan hjá Kambodja-hjálpini við 93.000 krónum; nýggju barna- og ungdómsráðgevingini hjá Sinnisbata við 83.000 krónum; umframt at 10.000 krónur vórðu lætnar í stuðli til barna- og familjutiltak hjá Diabetesfelagnum.

Eisini vórðu góðar 20.000 krónur settar í grunn hjá Skótahjálpini.

Handanin fór fram í nýggju hugnaligu hølunum hjá Sinnisbata í Finsen í Havn, har skótar frá teimum trimum samskipanunum og umboð fyri teir tríggjar felagsskapirnar vóru komin saman at hugna sær eina løtu.

Umleið 800 skótar tóku lut í Skótahjálpini í ár, ið varð hildin frá 21. til 27. september. Hetta er 43. árið, at skipað verður fyri Skótahjálp í Føroyum.

Verkætlanin hjá Kambodja-hjálpini skal bøta um skúlaviðurskiftini hjá børnum í bygdini Pray Salau í Kambodja, millum annað við at gera ábøtur á skúlahølini, at fáa til vega skúlatilfar, umframt at fremja mat- og heilsuátøk.

Verkætlanin hjá Sinnisbata er at seta á stovn barna- og ungdómsráðgeving við støði í Headspace tilboðnum, sum er kent aðrastaðni í Norðurlondum. Ráðgevinging, sum er anonym ráðgeving til børn og ung, ið stríðast við eitthvørt, hevur fingið heitið “Loftið”.

Verkætlanin hjá Diabetesfelagnum er ein temadagur fyri familjur við børnum, sum hava diabetes. Endamálið við degnum er at geva bæði foreldrum og børnum møguleika at møta og práta við onnur, ið hava diabetes í familjuni, og soleiðis at síggja, at tey eru ikki einsamøll við sjúkuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder