Fríggjadagin 23. oktober var hátíðarhald á Rannsóknarstovuni í sambandi við, at Ragnhild Skarðhamar hevur havt 40 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum og samstundis fekk handað Kongens Fortjenstmedalje.
Per Busk, stjóri á Landssjúkrahúsinum, Ann Østerø, depilsleiðari á Diagnostiska depli, og Joan Petersen, leiðari á Blóðbankanum hildu røðu, har tey millum annað løgdu dent á stóra fakliga kunnleikan, trúskapin og týdningin, Ragnhild hevur havt fyri Rannsóknarstovuna gjøgnum sítt langa arbeiðslív, skrivar Landssjúkrahúsið.
– Ragnhild byrjaði á Rannsóknarstovuni í 1985 og hevur í fýra áratíggju verið ein virðismikil partur av arbeiðsplássinum. Kongens Fortjenstmedalje verður latin fyri langa og trúgva tænastu og er ein sjáldsom og virðilig viðurkenning av hennara arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald