Uttanlands

–Nýggj álop á Iran fáa sterkt aftursvar

Ovasti leiðarin í Iran hevur eina ávaring til USA.

Myndir av iranska leiðaranum, Mojtaba Khamenei í iranska høvuðsstaðnum Teheran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

Myndir av iranska leiðaranum, Mojtaba Khamenei í iranska høvuðsstaðnum Teheran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-31 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei ávarar USA ímóti at taka uppaftur álopini á Iran.

Hann sigur, at einhvør hóttan fær eitt "skjótt, sterkt og landafrøðiliga óavmarkað" aftursvar.

– Fer fíggindin aftur undir hernaðarlig ella yvirgangsálop fara vápnaðar herdeildir at avgera tíðspunktið og treytirnar fyri at steðga teimum, sigur Khamenei sambært tíðindastovuni AFP.

Khamenei hevur givið boð um at framleiðslan av vápnum og lóðri skal økjast, og hevur hann biðið um dagføring av listanum yvir hernaðarlig mál, skrivar Ritzau.

Um talan er um eina ítøkiliga hóttan, sigur iranski leiðarin einki um, men amerikanski forsetin, Donald Trump hevur áður nevnt møguleikan at fara undir nýggj álop á Iran.

Hann segði herfyri, at enn ein lítið "Epic Fury" var ávegis. Her verður sipað til álopini hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar, sum av amerikanarum varð umrøtt sum "Operation Epic Fury".

USA og Iran hava tó ikki framt stór álop á landi síðan fyrst í september, men skip í Hormuzsundinum eru tó vorðin rakt av álopum í hesum tíðarskeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder