Týsdagin 27. oktober varð Ann Mohr heiðrað fyri 20 ár í starvi hjá Eysturkommunu.
Í hesum sambandi vitjaðu starvsfólkaleiðarin og borgarstjórin á arbeiðsplássi hennara, har hon fekk handað eitt blómutyssi sum tøkk fyri trúgva tænastu, skrivar kommunan.
Ann er tannatstøðingur og byrjaði í starvi í barnatannrøktini við Gøtugjógv í 2006. Tá barnatannrøktin flutti til Leirvíkar í 2017, fór Ann til Leirvíkar at arbeiða, og har hevur hon starvast síðani.
Ann greiðir frá, at hon kendi seg sera væl móttikna, tá hon byrjaði at arbeiða í Gøtu. Somuleiðis varð hon væl móttikin í Leirvík, tá barnatannrøktin flutti hagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald