Flávio Bolsonaro er rýmdur til USA úr Brasil, tí hann verður forfylgdur í sínum heimlandi, greiðir hann frá á Instagram.
– Forfylgingin byrjaði fyrr, enn eg hevði roknað við, sigur hann í beinleiðis stroyming á sosiala miðlinum, har hann greiðir frá avgerðini um at fara til USA, eftir at hann tapti brasilska forsetavalið sunnudagin í farnu viku.
Flávio Bolsonaro, sum er sonur fyrrverandi forsetan, Jair Bolsonaro, tapti í farnu viku annað valumfarið av forsetavalinum móti sitandi forsetanum, Luiz Inácio Lula da Silva.
Mánadagin boðaði Bolsonaro frá, at samveldisløgreglan í Brasil hevði tikið passið hjá honum og givið honu forboð ímóti at fara av landinum. Orsøkin er, at hann verður kannaður fyri mutur og hvítvask, skrivar Ritzau.
Síðan Bolsonaro er komin til USA, hevur hann hildið uppá, at valsvik var orsøkin til, at hann tapti valið, og hevur hann hildið uppá, at hann er veruligi brasilski forsetin.
Les eisini: Bolsonaro komin til Florida
Bolsonaro greiðir frá, at hann mánadagin vitjaði pápa sín, Jair Bolsonaro, sum situr í húsavarðhaldi, eftir at hann fekk ein 27 ára fongsulsdóm fyri at hava lagt til rættis eitt kvett móti Lula eftir forsetavalið í 2022. Hetta er ein dómur, sum sambært eldra Bolsonaro er politisk jagstran.
– Við tárum í eygunum segði hann við meg; "tú veit væl, hvar tey fara við hesum, ha?"
– Eg segði við hann; "pápi, eg veit. Nú veit eg, hvat eg noyðist at gera, greiðir Flávio Bolsonaro frá.
Mikudagin gjørdist greitt, at Flávio Bolsonaro var lendur í amerikanska statinum Florida við privatflogfari, eftir at amerikanska uttanríkismálaráðið hevði upplýst, at hann fór at fáa innferðarloyvi, og at familja hansara eisini slapp at ferðast inn í landið.
Á seinna valumfarinum av forsetavalinum fekk Bolsonaro 48,2 prosent av atkvøðunum, meðan Lula fekk 51,8.
Bolsonaro fanst eftir valið at avgerðini hjá brasilska hægstarættinum um at víðka upplatingartíðirnar hjá valstøðunum. Hetta var eftir áheitan frá umboðum hjá Lula, sum boðaðu frá, at fólk høvdu torført at koma fram til valstøðini.
Les eisini: Vil hava valúrslitið ógildað
Sambært brasilska valmyndugleikanum varð valið tó hildið í samsvari við brasilskari lóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald