Innanlands

Sjey fólk í ferðsluóhappi í Leirvík

Trý fólk eru flutt á sjúkrahús. Leirvíkstunnilin var stongdur eina løtu.

2026-10-31 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring: Tunnilin læt upp aftur stutt fyri klokkan 20.

--

Nakað aftaná klokkan seks í kvøld hendi eitt ferðsluóhapp við tunnilsmunnan í Leirvík. Tríggir bilar og tilsamans sjey fólk vóru óhappinum

Av løgreglustøðini verður sagt, at ein bilur fyrst rakti ein mótkoyrandi bil, koyrdi síðan víðari og rakti enn ein bil.

Trý fólk vóru koyrd á sjúkrahús, men fyrsta meldingin er, at tað ikki tykist so álvarsligt.

Leirvíkstunnilin er framvegis stongdur og tað verður hann eina løtu afturat. Pláturnar eru tiknar av eina bilinum. Nú verður arbeitt við at rudda vegin so ferðslan kann koyra aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder