3.888.187 krónur. Tað var tað, sum var savnað inn á stóru 100 ára innsavningini hjá Reyða Krossi, sum í kvøld var í Norðurlandahúsinum og sum var send í Kringvarpinum.
- Eg eri øgiliga yviraskaður av at tað bleiv so høgt. Fyrsta teljingin var uppá eina millión og tað heur gingið skjótt síðan tá, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi.
- Haldi hetta er eitt flott úrslit.Hetta er ein staðfesting av, at felagsskapruin Reyði krosur er væl forankraður í føroyska samfelagnum, tí hetta eru privatfólk, vinnufyritøkur, felagsskapir og onnur, sum hava stuðlað í kvøld, segði formaðurin.
Stuðulin frá Landsinnsavningini ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Tað ber framhaldandi til at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi. Les meira her um, hvussu tú kanst gera tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald