2026-11-02 17:11
Hósdagin 5. november klokkan 17 verður bókaframløga í Varpinum í Klaksvík, har bókin um "Eliesar í Fugloy" verður løgd fram.
Líggjas í Bø hevur skrivað, og Forlagið Leirkerið gevur út bókina, sum lýsir eitt áhugavert lív í 20. øld, skrivar forlagið í tíðindaskrivi.
Á framløguni hósdagin fer Jógvan við Keldu at siga nøkur orð um bókina og Eliesar, og systrarnar Maiken og Simona framføra nøkur løg.
Til ber at keypa bókina á staðnum, og eisini verður kaffi, te og ein køkubiti at fáa.
Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald