Innanlands

Sannlíkt at 2000 útlendingar kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi

Á leið 4.000 útlendingar eru komin til Føroya síðani 2019, og væntandi verður helvtin verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi.

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2026-11-02 19:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á leið 4.000 útlendingar eru komin til Føroya síðani 2019, og burturav teimum kann væntast, at helvtin verður verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, skrivar Búskaparráðið.

Útlendingar - fólk við øðrum ríkisborgararætti enn føriyskum/donskum - sum hava búð í Føroyum og arbeitt í somu vinnu í sjey ár hava møguleika at søkja um varandi uppihaldsloyvi.

Talið á útlendingum er økt nógv seinastu árini, og mong hava verið í Føroyum í fleiri ár. Talið á útlendingum, sum sannlíkt kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi táttaði í 2.000 fólk í 2025.

Tíðarskeið, ið útlendingar hava verið í Føroyum

[object Object]

(Mynd: Búskaparráðið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder