Innanlands

Starvsportal.fo dømt fyri brot á dátuverndarlógina

Føroya Rættur hevur dømt eigaran av Starvsportal.fo fyri ólógliga viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir. Rætturin ásetti sektina til 20.000 krónur, men lækkaði hana til 7.500 krónur orsakað av drúgvari málsviðgerðartíð.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-02 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin í farnu viku, 26. oktober segði Føroya Rættur dóm í einum revsimáli, sum Dátueftirlitið hevði latið løgregluni í desember 2022.

Málið snúði seg um viðgerð av persónupplýsingum hjá starvssøkjandi, sum høvdu nýtt heimasíðuna Starvsportal.fo, skrivar Dátueftirlitið.

Starvsportal.fo hevði eina funku nevnda Quick Apply, sum gjørdi tað møguligt hjá starvssøkjandi at senda umsóknir umvegis portalina.

Í tíðarskeiðinum frá 9. juni til 24. juli 2022 móttók eigarin av Starvsportal.fo 16 starvsumsóknir gjøgnum hesa funku.

Rætturin staðfesti, at persónupplýsingarnar í umsóknunum vóru viðgjørdar uttan neyðugt lógligt grundarlag, og at tey skrásettu ikki høvdu fingið tær upplýsingar, sum tey høvdu krav uppá sambært dátuverndarlógini. Harumframt hevði fyritøkan ikki hildið skylduna at føra yvirlit yvir viðgerð av persónupplýsingum.

Rætturin fann tí eigaran sekan í brotum á fleiri ásetingar í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið vísir á, at allar fyritøkur, sum viðgera persónupplýsingar, hava ábyrgd av, at viðgerðin fer fram í samsvari við dátuverndarlógina. Hetta er eisini galdandi fyri smærri fyritøkur og fyri fyritøkur, har viðgerð av persónupplýsingum ikki er høvuðsendamálið við virkseminum.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder